- Seinasta samdøgrið havi eg fingið mild sjúkueyðkenni, og eg havi fingið staðfest koronavirus.
Hetta skrivar Boris Johnson fyri løtu síðani á Twitter.
Bretski forsætisráðharrin skrivar eisini, at hann fer framvegis at leiða mótsvarinum hjá stjórnini móti koronasvirusinum - hetta verður ígjøgnum videofundir.
55-ára gamli Boris Johnson er ikki álvarsliga raktur, men hann hevur høgan fepur.. Hann er tann fyrsti evropeiski stjórnarleiðarin, sum hevur fingið staðfest koronavirus.
Boris Johnson skrivar til endans á Twitter, at "saman skulu vit stríðast ímóti hesum"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald