placeholder
Mentan

Síggj filmin her: Dýr er barnaverð

Trølla Pætur-filmurin “Dýr er barnaverð” sæst nú ókeypis

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-03-30 19:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Børn gerast vaksin skjótt, men ein familjufilmur blívur næstan fittari við árunum. Nú kunnu øll síggja DÝR ER BARNAVERÐ púra ókeypis, boða framleiðararnir frá.

Ein hugnaligur føroyskur familjufilmur kemur helst væl við hjá mongum, nú børnini ikki skulu í skúla ella barnagarð. Filmurin fyllir skjótt 7 ár, og síðani hann varð innspældur og útgivin á DVD, er nógv hent í hesi verð.  

Nú kunnu øll síggja Dýr er barnaverð á YouTube. Vónandi er hetta ein gáva, sum fer at gleða fleiri føroyingar. 

- Ja, helst er høvið tað rætta. Í hesi koronatíð mugu vit øll royna at koma við onkrum upplívgandi, sigur Steintór Rasmussen, sum á sinni skrivaði handritið og fekk framleiðsluna í lag. 

Filmurin sæst omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder