Innanlands

Afturkalling: Hesir ostar eru ikki egnaðir til mannaføði

Talan er um Président Le Formidable Mild 325g og Président Le Formidable Matured 325g, tí at vandi er fyri, at hýggj er í vøruni

Mynd: Fødevarestyrelsen

Mynd: Fødevarestyrelsen

2020-04-06 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Lactalis Danmark afturkalla tveir ostar, av tí at vandi er fyri hýggj í vøruni. Hetta ger hana sostatt óegnaða til matna, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Talan er um Président Le Formidable Mild 325g og Président Le Formidable Matured 325g. Allar vørurnar, óansæð dagfesting, verða afturkallaðar.

Vøran er seld í Føroyskum handlum, og heitt verður á fólk um at beina hana burtur ella at lata hana inn aftur, har hon er keypt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder