placeholder
Uttanlands

Umhugsa at jarða lík í býarlundunum

Trupulleikar er at finna pláss til øll tey deyðu í New York

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-04-07 07:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Líkhúsini í New York City eru um at fyllast. Skjótt verða heldur ikki fleiri lastbilar við kølibingjum eftir at brúka til at goyma teir nógvu koronasjúklingarnir, sum eru deyðir.

Tí kann gerast neyðugt at brúka eina av lundunum í býnum til at jarða líkini fyribils.

Tað upplýsir Mark Levine, sum er formaður fyri heilsunevndina í New York býi.

- Vit mugu skjótt taka fyribils jarðarferðir í brúk, og helst verður neyðugt at brúka eina av lundunum í býnum til endamálið. Ætlanin er at grava rennur til tíggju kistur í eini røð, skrivar hann á Twitter.

- Tað verður ein virðiligur, ordiligur og fyribils háttur. Men tað verður trupult hjá borgarunum í býnum at góðtaka, skrivar hann víðari.

Mark Levine hevur seinni grundgivið sína útsøgn og leggur dent á, at tað er ein tilbúgvingarætlan at brúka lundir, um so er, at talið á deyðum ikki minkar.

Tí tað kann gerast neyðugt, at grava tey deyðu niður fyribils. Hetta fyri at sleppa undan, at seta herin inn at samla inn lík úr kirkjum og av gøtum, eins og neyðugt var í Italia, skrivar dpa-tíðindastovan.

Borgarstjórin í New York City, Bill de Blasio, sigur, at býurin enn ikki er komin til ta løtuna, tá tað gerst neyðugt við fyribils gravplássum. Men hann avsannar ikki, at tað kann gerast neyðugt.

Guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, sigur, at hann ikki hevur kunnleika til, at fólk skulu jarðast í býarlundum.

New York er hart raktur av umfarssóttini, sammett við aðrar amerikanskar statir.

Í USA hava yvir 364.000 fólk fingið smittuna. Næstan 11.000 eru deyð við smittuni, harav 3.500 í New York býi, skrivar Ritzau.

--

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder