Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hevur júst kunngjørt, hvussu Føroyar varisliga lata upp aftur eftir páskir.
Størsta broytingin í mun til støðuna nú er, at dagstovnarnir lata upp 20 apríl, og at tey í 1.-3. flokki kunnu fara í skúla aftur. Umframt hetta byrja forskúlar og frítíðarskúlar aftur tá.
Løgmaður segði, at í komandi viku verður farið at leggja til rættis, júst hvussu tað skal farast fram við tí. Hann gjørdi greitt, at tað ikki er møtiskylda í skúlanum, og at foreldur at yngstu skúlanæmingunum og at børnum á dagstovnum gjarna mugu halda børnunum heima.
Møguleikin fyri at tey yngstu kunnu fara á dagstovn og í skúla, er partur av at gera tað lættari hjá foreldrum at fara aftur til arbeiðis.
Fjarundirvísing og próvtøkur
4.-10. flokkur heldur fram við fjarundirvísing, og nú er endaliga greitt, at 9.-10. flokkur ikki skal til endaliga próvtøka. Landstýrismaðurin í skúlamálum Jenis av Rana, umframt umboð frá skúlaverkinum, koma at greiða nærri frá hesum á tíðindafundi klokkan 14.
Støða skal takast til, hvussu verður við endaligu próvtøkunum á Miðnámi í næstum. Tey ið eftir ætlan skulu til próvtøku í summar skulu hava nakað av undirvísing frá 20. apríl.
Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska Skúla í Klaksvík og á Glasi byrja aftur 20. apríl – tó við avmarkingum.
Stutt um onnur viðurskifti
Støðan á sjúkrahúsinum verður tann sama. Skurðviðgerðir o.a ið ikki er bráfeingis verða fyribils útsettar. Ítróttarkappingar kunnu fara í gongd aftur 9. mai - tó við tí tilmæli, at tað verður uttan áskoðarar. Ferðing frá og til Føroyar verður framhaldandi avmarkað. Mælt verður staðiliga til, at fólk framhaldandi halda frástøðu og ikki savnast í stórum bólkum, og tí skulu millum annað kirkjur og samkomur hava avmarkað virksemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald