Innanlands

Tilmælini standa við til 4. mai

- Í løtuni gongur ov skjótt á summum økjum. - Vit hava ikki verið nóg greið í samskiftinum, men eg vil staðiliga heita á at framhaldandi at fylgja tilmælinum

Bárður á Steig Nielsen hevur kunnað føroyingar um støðuna fyri lítlari løtu síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen hevur kunnað føroyingar um støðuna fyri lítlari løtu síðani (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-16 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bárður á Steig Nielsen hevur júst nú kunngjørt, at tilmælini í stríðnum móti korona í Føroyum standa við fram til 4. mai í fyrstu syftu.

- Tá vita vit betri, hvussu støðan er, og kunnu taka nýggja støðu. Tá kunnu vitr møguliga lata annað upp

Hetta eru tvær vikur eftir, at dagstovnar eru latnir upp.

Løgmaður minti staðiliga á, at besta og sterkasta vápn er at halda frástøðu, hava gott reinføri, og ikkki at samlast í stórum bólkum. Hann heitti á at halda fast í tilmælinum, sum eru greið - hóast hann ásannaði, at í summum førum hevur samskifti frá myndugleikunum ikki verið nóg greitt.

Tað ásannaði hann eisini, at tað kanska ikki var í samband við, hvat ein kann og ikki kann, nú Føroyar lata spakuliga upp aftur - hvat kann lata up og ikki, til dømis. Her vísti Bárður á Steig Nielsen á, at tað sum verður gjørt, skal gerast eftir tilmælinum. Um ivamál eru, verður fyrst og fremst víst til korona-ráðgevingina. 

Bárður á Steig Nielsen segði, at á summum økjum var farið at ganga ov skjótt nú, tí summi meta, at álvarsama støðan sum so er av. Hann nevndi dømi um, at ov nógv savnast til t.d veistlur í summum førum, ella at ov nógv eru og keypa inn í senn.

Føðingardagsbarnið vísti á, at nú tað tykist sum at smittan er lítil og eingin í samfelagnum, so er ferðingin størsti smittuvandin. Løgmaður kunngjørdi, at ferðing til og frá Føroyum framvegis er avmarkað, og hann heitti staðiliga á tey ungu og onnur ið koma heim, nú summarið nærkast, um at virða tilmæli og fara í sóttarhald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder