Innanlands

Ikki smittaður í Føroyum

Fyrsti nýggi tilburðurin av korona í slakar tvær vikur er staðfestur seinasta samdøgrið. Hetta var tað, man kundi væntað, sigur landslæknin, sum tó vissar um at tamarhald er á støðuni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-19 17:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrsti smittutilburðurin av koronavirus í slakar tvær vikur varð staðfestur í gjár. Tað kunngjørdi læknaembætið í morgun.

- Talan er ikki um smittu innanlands í Føroyum, men um ein persón sum er smittaður uttanlands og er komin til Føroya. Persónurin hevur fylgt tilráðingunum um karantenu tá man kemur til Føroya í 14 dagar, segði virkandi landslæknin í Føroyum, Anette Lykke Petri, við útvarpið í dag.

Landslæknin fær orsakað av persónsdátulógini ikki upplýst, nær persónurin er komin til Føroya.

At nýggjur tilburður er staðfestur nú, er tó ikki eitt afturstig, heldur landslæknin.

- Tað er ikki eitt stórt afturstig. Tað er tað, sum vit kundu vænta. Tað er vandi fyri, at fólk koma til Føroya uttanifrá, sum eru smittað. Men tað góða er at tað ikki er nøkur smittað innanlands.

- Av tí at tað er reglur um 14 dagar í karantenu, so er tamarhald á teimum, sum koma til landið.

Landslæknin sigur við útvarpið, at tamarhald framvegis er á støðuni, men sigur, at fólk skulu halda fram at lurta og fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, so góða gongdin kann haldast.

Níggju fólk hava koronasmittuna í Føroyum í løtuni. 185 tilburðir tilsamans eru staðfestir í Føroyum meðan 176 av teimum síðani eru blivin staðfest frísk aftur.

6021 kanningar eru gjørdar og 25 fólk sita í sóttarhaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder