Koronasmittan hevur elvt til, at nógvar kappingar og onnur tiltøk eru vorðin avlýst ella útsett, og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu sigur, at tey stóru tiltøkini í kommununi, flaggdagshaldið og ólavsøkan, ikki verða avlýst. Tó verða broytingar.
– Lat tað vera púra greitt, at ólavsøkan, okkara tjóðarhátíð, verður í ár. Hon verður nokk eitt sindur øðrvísi enn tað, sum vit hava upplivað fyrr, men eg kann lova øllum føroyingum, at vit fara at fáa eina góða ólavsøku, segði Annika Olsen á tíðindafundi fyrrapartin.
Flagsdagshaldið stendur fyri framman, og tað verður varpað út, sigur borgarstjórin.
– Tað ber ikki til at savnast ein stór fjøld á vaglinum, men eg kann lova tað, at býurin verður væl prýddur við tí føroyska merkinum, segði hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald