Mentan

Rithøvundurin Maj Sjöwall deyð, 84 ár

Saman við Per Wahlöö skrivaði hon krimi-skaldsøgur, ið eru fyrimyndir hjá krimi-rithøvundum enn tann dagin í dag

Maj Sjöwall (Mynd: EPA)

Maj Sjöwall (Mynd: EPA)

2020-04-29 17:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenski rithøvundurin, Maj Sjöwall, er deyð eftir longri sjúkralegu. Hon gjørdist 84 ár.

Maj Sjöwall var annar helmingurin av ógvuliga framgangsríku og altjóða viðurkendu krimi-rithøvundagreipuni Sjöwall og Wahlöö.

Mest kenda røðin hjá Sjöwall og Wahlöö eru krimiskaldsøgurnar um løgreglumannin Martin Beck, sum var fyrimynd og íblástur til fleiri av rithøvundunum, sum nú skriva skaldsøgur um brotsverk.

- Tá Per Wahlöö og eg settu okkum saman fyri at skapa eina skaldsøgurøð, høvdu vit ongar tankar um, at bøkurnar fóru at halda í fimmti ár, segði Maj Sjöwall sjálv sambært forlagi sínum.

Fyrsta bók teirra um Martin Beck, ”Roseanna”, kom í 1965. Bøkurnar um Martin Beck vórðu týddar til 40 mál og vórðu eisini gjørdar til film, við m.a. Gösta Ekman og Peter Haber í høvuðsleiklutinum.

Eitt skifti, meðan Gösta Ekmann spældi leiklutin sum Martin Bekk, sást Maj Sjöwall stundum í smáum leiklutum í filmunum.

Sambært familjuni doyði rithøvundurin stillisliga eftir longri sjúkralegu. Deyðstilburðurin hevur onki við koronasmittuna at gera, vísir familjan á.

Per Wahlöö, sum umframt at vera medrithøvundur til krimistøgurnar, eisini gjørdist privati partnarin hjá Sjöwall, doyði í 1975. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder