Mentan

Myndir: Góð undirtøka fyri Vestfilm

Fagnandi bilfloytur hoyrdust tá filmurin ”Ábyrgd” hjá Katrin Joensen-Næs varð frumsýndur

2020-05-01 16:08 Author image
Innsent
placeholder

Nógv fólk vóru á keiini í Vestmanna í gjár, til fyrsta dagin hjá nýggja drive in festivalinum Vestfilm. Tað vóru tríggar sýningar í gjár, millum annað ein frumframsýning av filminum “Ábyrgd” hjá Katrini Joensen-Næs.

Tað ið filmurin hjá Katrini var av, hoyrdist bilfloyt um alla keiina. Heldur enn at klappa fyri Katrini, valdu bilførarirnir nemliga at floyta!

Eisini var fitt av fólkið, ið skrúvaðu tíðina aftur og komu til sýningina av “Bye bye blue bird”, ið Katrin Ottarsdóttir leikstjóraði í 1998.

Vestfilm heldur fram í dag. Ikki færri enn níggju filmar vístir. Átta stuttfilmar og langfilmurin “Nina”, ið Maria Winther Olsen hevur leikstjórnað. 

placeholder
placeholder