Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, men hóast tað, hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan.
Tó vóru fleiri skeinkistøð, sum ikki hildu tilmælini.
Hóast eingin er staðfest smittaður við COVID-19 í løtuni, eru tilmælini hjá myndugleikunum enn galdandi: Skeinkistøð, matstovur o.a. skulu steingja í seinasta lagi klokkan 22, og fólk skulu hava tveir metrar frástøðu og ikki savnast í bólkum størri enn 50 fólk.
Hóast skeinkistøðini ikki lótu aftur klokkan 22, sum annars verður mælt til, stongdu tey tó fyrr enn vanligt. Sambært vaktleiðaranum á politistøðini, stongdu seinastu skeinkistøðini klokkan 1.30.
Men eftir hetta, fóru fólk bert heim at ballast víðari. Sambært Kringvarpinum, hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um veitslur í nátt.
Tó fær løgreglan einki gjørt við hetta, av tí at talan bert er um tilmæli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald