Tíðindafundur er júst nú í Kringvarpinum, har kunnað verður um, hvussu Føroyar lata upp, nú eingin koronasmittaður er í landinum.
Ein av høvuðsbroytingunum er, at tilmælda frástøðan nú er ein metur. Hetta er tað, ið WHO viðmælir, og tað sum er gjørt í Noreg. Hetta er eisini tað, ið gjørt hevur verið í Noreg. Hon verður tó verandi tveir metrar, tá ein er í øki, har fólk í vandabólki eru.
Teir skúlarflokkar, sum enn ikki eru farnir í skúla, kunnu nú fara aftur í skúla. Hetta inniber 6-8. flokk umframt 10. flokk, og eisini Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlan.
Eisini ber til at savnast í bólkum upp í 100 fólk. Møguleiki verður at fara til ítróttartiltøk, tó undir skipaðum viðurskiftum, ið sambondini standa fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald