Mentan

Myndir: Vitjaðu vrakið av farmaskipi sum sakk í Søltuvík í 1895

Sí myndirnar

(Mynd: Andrias Joensen Photography)

(Mynd: Andrias Joensen Photography)

2020-05-17 22:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kavarar úr Tórshavnar Froskmannafelag hava um vikuskiftið á rannsakan undir vatnskorpini í Sandoynni.

Í dag vóru nakrir teirra í Søltuvík og vóru niðri á skipinum “Principia”, sum liggur á 30 metrar dýpi.

Vit frætta frá kavarunum, at hetta er fyrstu ferð í 19 ár, at fólk hava vitjað vrakið.

Skipið var í november 1895 ávegis til Amerika úr Skotlandi. Í illveðri ein dagin kom eldur í skipið, og teir settu kós móti Skotlandi. Skipið endaði í Føroyum, og fór á land á Stóraboða í Søltuvík. Bert einum var lív lagað. Hann rak á lastalúku í 14 tímar og varð bjargaður í land í Kirkjubø.

Við skipinum vóru 29 mans.

placeholder
placeholder