Uttanlands

Ódnin Amphan: Talið av deyðum nú komið upp á 84

Myndir: Hjálparstøðirnar vóru longu fyltar við fólkum í korona-avbyrging – smittuvandin er nógv vaksin í Vest-Bengal og Bangladesj

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-05-21 15:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 84 fólk eru deyð í India og Bangladesj eftir ódnina Amphan, sum hevur herjað londini.

Ódnin, á hesum leiðum, verða slíkar ódnir róptar syklon, er tað harðasta, sum hevur rakt hetta økið í meira enn 10 ár.

Fyrstiráðharrin fyri landslutin Vest-Bengal, Mamata Banerjee, upplýsir, at 72 fólk eru deyð í hesum landslutinum – nógv teirra av niðurdotnum streymleiðingum og koppaðum trøum.

Í Bangladesh eru minst 12 fólk deyð.

Bjargingarlið stríðast fyri at tryggja oyðilagdar bygdir fram við strondini, har illveðrið elvdi til vatnflóð og streymloysi.

Nógv fólk vórðu flutt burtur áðrenn ódnin rakti, og tað hevur helst verið við til at bjarga nógvum mannalívum, verður hildið.

Sjónvarpsupptøkur úr Vest-Bengal vísa holvdar bátar fram við strondunum og hópin av fólki í gøtunum, sum eru undir í vatni.

Ódnin hevur nú mist styrki sína á ferðini inn yvir land, skrivar Reuters.

Í Vest-Bengal var vindurin máldur til 185 kilometrar um tíman, svarandi til yvir 51 metrar um sekundið.

Í Bangladesh eru yvir ein millión fólk, sum ikki hava streym eftir at ódnin hevur herjað.

Øktur smittuvandi
Myndugleikarnir stríðast hart fyri at finna pláss til tey nógvu fólkini, sum eru savnað á hjálparstøðum, sum longu frammanundan fóru fyltar av fólki, sum vóru í karantenu orsaka av korona.

Nýggjar neyðhjálparstøðir eru settar upp í høllum og stjórnarbygningum. Andlitsmaskur og turriklæði verða býtt út fyri at verja tey móti smittuvandanum.

Talsfólk fyri løgregluna siga, at nógv fólk ikki vilja leita sær til hesar støðir av ótta fyri at verða smittað av covid19. Onnur sýta fyri at fara frá djórum sínum, skrivar Reuters. 

placeholder
placeholder