Innanlands

Nú skulu føroysku sjúkrahúsini hava nýggj nøvn

Sjúkrahúsverk Føroya hevur í dag útskrivað navnakapping – Sóknast verður eftir nøvnum, sum knýta tey trý sjúkrahúsini saman

(Mynd: Sjúkrahúsverkið)

(Mynd: Sjúkrahúsverkið)

2020-05-22 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2018 vórðu Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið skipað undir felags leiðslu og sum eitt samlað føroyskt sjúkrahúsverk. Ein avgerandi lutur í at samansjóða tey trý sjúkrahúsini er at skapa ein sterkan samleika. Ein samleika, ið er felags fyri øll sjúkrahúsini. Tí verður sóknast eftir nýggjum nøvnum, ið knýta hesi saman í eina savnaða heild, boðar Heilsumálaráðið frá í dag.

Sóknast verður eftir nýggjum nøvnum til tey trý sjúkrahúsini, og tí er navnakapping útskrivað.

– Tað er ikki bara sjúka, ið smittar. Vælvild smittar eisini: Ein hjálpandi hond, eitt herðaklapp, eitt lítið bros. Tá ið nýggju nøvnini verða almannakunngjørd, er ætlanin, at tey verða væl móttikin og falla væl í oyrunum.

Ætlanin er, at nýggju nøvnini skulu knýta tey trý sjúkrahúsini saman. Tað kann annaðhvørt vera sama navn til øll trý sjúkrahúsini við undirheitum, sum vísa til økini (t.d. Klaksvík, Tórshavn, Tvøroyri) – ella trý ymisk nøvn, sum hóska saman. Einasta treytin er, at nøvnini á teimum trimum sjúkrahúsunum rigga saman.

Virðislønin er samlað 10.000 krónur – umframt stóra heiðurin at hava givið føroysku sjúkrahúsunum navn. Freistin at lata inn uppskot er 12. juni. Les meira um treytirnar her.

Nevndin, ið metir um uppskotini, er mannað við sjúklingaumboðum, umboðum úr sjúkrahúsverkinum og málkønum. Nevndin letur landsstýrismanninum í heilsumálum tilmælini, síðan tekur hann støðu til nýggju nøvnini.

 

placeholder
placeholder