Uttanlands

Wuhan: Bannað at veiða, selja og eta vill djór

Wuhan, har koronasmittan sigst at stava frá, er fjórði býurin í Kina, sum setur hetta forboðið í gildi

Matmarknaður í Guangzhou, Kina (Mynd: EPA)

Matmarknaður í Guangzhou, Kina (Mynd: EPA)

2020-05-23 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Djóramarknaðir, sum nýggja koronavirusið sigst at stava frá, eru nú bannaðir í kinesiska stórbýnum Wuhan, har útbrotið byrjaði.

Hetta hendir næstan hálvt ár eftir, at fyrsti tilburðurin av COVID-19 varð staðfestur.

Um allan heimin eru nú fleiri enn 5,3 mió. tilburðir skrásettir, av teimum eru 340.000 deyð.

Sostatt gerst Wuhan fjórði býurin í Kina, sum setur í verk forboð móti at veiða, selja og eta vill djór, skrivar Politiken.

Stýrið í Wuhan upplýsir, sambært CBSNews, at býurin skal vera ein frístaður fyri vill djór. Nýggja forboðið umfatar tó ikki djór, sum skulu brúkast til granskingararbeiði ella veiðu, sum hevur til endamáls at halda djórastovninum niðri.

placeholder
placeholder