Hendrik Egholm hevur gjørt av at gevast sum forstjóri í oljufelagnum Magn. Hann hevur verið forstjóri á Magn síðan oktober 2007.
Saman við stjóranum, Johnni Poulsen, hevur Hendrik Egholm havt ein avgerandi leiklut í at menna og varðveita Magn sum eina sterka og lønandi fyritøku.
- Tíðin í Magn hevur verið sera góð, og eg fegnist um menningina í felagnum hesi árini, eg havi verið partur av Magn. Tað er torført at siga farvæl, men eftir skjótt 13 ár meti eg, at løtan er tann rætta at leita nýggjar leiðir, sigur Hendrik Egholm.
Nevndin í Magn takkar Hendrik Egholm fyri hansara stóra leiklut í fyritøkuni.
- Undir leiðsluni av Hendrik Egholm, er Magn vorðin ein sterk og týðandi fyritøka við einum sera dugnaligum starvsfólkahópi. Magn er væl fyri at møta avbjóðingunum, sum liggja fyri framman – millum annað skiftið til grøna orku, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn.
Nevndin í Magn er farin undir tilgongdina at finna nýggjan forstjóra. Fyribils røkir Johnni Poulsen starvið sum forstjóri í Magn.
Íslendska felagið Skeljungur eigur Magn. Áðrenn Hendrik Egholm kom til Magn, var hann í Smyril Line, fyrst sum marknaðarleiðari og seinni sum stjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald