Uttanlands

Norðmenn, týskarar, og íslendingar sleppa aftur til Danmarkar

15. juni letur Danmark mørkini meira upp, tó við ávísum avmarkingum

Mette Frederiksen (Mynd: Scanpix)

Mette Frederiksen (Mynd: Scanpix)

2020-05-29 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

15. juni – sama dag sum Føroyar tekur sóttarhaldið burtur og letur meira upp fyri ferðavinnuni, letur Danmark eisini mørkini upp fyri ferðandi úr Noregi, Íslandi og Týsklandi.

Tað segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen á tíðindafundi seinnapartin.

Les eisini: 15. juni verður sóttarhaldið tikið burtur

Tó verða ávísar avmarkingar galdandi. Ferðafólkini skulu m.a. kunna skjalprógva, at tey hava bílagt gisting uttanfyri Keypmannahavn, og at tey verða verandi í landinum í í minsta lagi seks dagar. Tó sleppa hesi undan at fara í sóttarhald.

Danska stjórnin er tó ikki til reiðar at lata upp fyri ferðafólki úr Svøríki enn orsakað av teirra handfaring av koronakreppuni. Fólk úr Finnlandi mugu eisini bíða eina tíð aftuat, áðrenn tey sleppa at ferðast til Danmarkar.

Ætlanin er tó at lata upp fyri ferðandi úr restina av Schengen-londunum seinni í summar.

Mette Frederiksen legði eisini dent á, at stjórnin er til reiðar at lata ávís øki aftur, um smittan aftur byrjar at gera um seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder