placeholder
Innanlands

Fleiri enn 9.500 kannað fyri korona – Talið á smittaðum framvegis nul

Frameftir verður mannagongdin viðvíkjandi kanningarúrslitum broytt – Bert tey, ið fáa staðfest korona verða uppringd

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2020-05-29 14:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Støðan í Føroyum er enn tann sama. Eingin er smittaður við koronasmittuni, og er talið á staðfestum tilburðum í Føroyum sostatt framvegis 187.

102 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og úrslitini av teimum vóru øll negativ.

Talið á kanningum, sum eru gjørdar í Føroyum er nú komið upp á 9.568, og eingin smitta er staðfest í teimum seinastu 3.298, upplýsir Heilsumálaráðið.

Broyttar mannagongdir

Í dag verður mannagongdin viðvikjandi kanningarúrslitum broytt. Áður eru øll fólk, sum hava latið seg kanna, uppringd við svari um kanningarúrslit, men frá í dag at roknað verður einans ringt til fólk, sum hava fingið staðfest smittuna.

Øll kanningarúrslit verða framvegis kunngjørd um middagsleitið á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og á corona.fo.

Kanningar í Suðuroy, sum eru gjørdar aftaná fyrrapartstúrin hjá Smyrli, verða greinaðar dagin eftir kanningina, og úrslitið av hesum kanningunum verður tá fyrst tøkt annan dagin eftir kanningina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder