Innanlands

Nú ber til at bóka ferðir við SAS frá 1. juli

Óvist er tó framvegis, nær skandinaviski flogrisin tekur flúgvingina millum Danmark og Føroyar upp aftur

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-06-03 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áður hevur verið møguleiki at bóka frá 1. juni, men tann seinasta broytingin er, at tað nú er møguligt at bóka ferð millum Føroyar og Danmark frá 1. juli.

Tað skrivar vp.fo

Talsfólk hjá SAS, ið er hart rakt av koronakreppuni, hevur áður sagt við Kringvarpið, at rutan millum Føroyar og Danmark er umráðandi fyri felagið, men at tað er óvist, nær til ber at taka flúgvingina upp aftur.

Um eitt pláss verður bóka, og tað so vísur seg, at flúgving kortini ikki verður, verður peningurin givin aftur.

15. juni verður sóttarhaldið tikið burtur.

Les eisini: 

91,9 prosent færri ferðafólk um flogvøllin enn í mai í fjør

Tey ungu meira ivandi í ætlanunum at loyva ferðandi til og úr Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder