Innanlands

Samgongan klárar seg miðal væl

Spyr.fo: Miðflokks- og serliga Fólkafloksveljarar eru nøgdari við avrikið hjá landsstýrinum enn sambandsveljarar eru

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-03 16:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Hvussu heldur tú sum heild samgongan hevur klárað seg higartil?”. Henda einfalda spurning vóru veljararnir bidnir um at svara í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fríggjadagin.

Og ikki óvæntað halda teir veljararnir, sum velja samgonguflokkarnar, at samgongan klárar seg oman fyri miðal, og andstøðuveljararnir geva samgonguni eitt ummæli undir miðal.

Møguleiki var at svara 1 til 5 har ’1’ er ’sera illa’ og ’5’ er ’sera væl’

Miðaltalið gjørdist akkurát 3,0, sum er mitt ímillum.

Og tað er eitt sindur verri, enn tá Spyr.fo setti sama spurning 15. november í fjør, tí tá fekk samgongan karakterin 3,1.

Best ummæli fær samgongan frá Fólkafloksveljarunum og frá teimum veljarunum, sum atkvøddu fyri Føroyaflokkinum seinast: 4,0.

Sambandsveljararnir eru teir av veljarunum hjá samgonguni, sum geva ringast ummæli. 3,6 í miðal bendir á, at tað helst eru sambandsveljarar, sum ikki eru nøgdir við avrikið hjá landsstýrissamgonguni við Bárði á Steig Nielsen á odda.

Verst ummæli fær samgongan frá veljarunum hjá Framtakinum, 2,1, og hjá Tjóðveldi og Framsókn, 2,2. Javnaðarveljarar geva samgonguni 2,3, meðan Sjálvstýrið liggur mitt í við ummælinum 3,0.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder