Uttanlands

Bretskur ráðharri fingið staðfest covid-19

Handilsmálaráðharrin var týðuliga sjúkur undir viðerð í Undirhúsinum í gjár

Alok Sharma (Savnsmynd: EPA)

Alok Sharma (Savnsmynd: EPA)

2020-06-04 09:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski handilsmálaráðharrin, Alok Sharma, hevur fingið staðfest covid-19 sjúku.

Hetta hendir, eftir at ráðharrin heilt týðuliga var sjúkur í bretska tjóðartinginum í gjár, skrivar CNN.

Upptøkur hjá The Guardian frá undirhúsinum í gjár vísa Alok Sharma sveittandi meðan hann fleiri ferðir mátti turka andlitið við lummaturriklæði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

- Ráðharrin kendi seg illa meðan hann var í Undirhúsinum, og lat seg tí kanna fyri koronavirus, eins og leiðreglurnar siga, og fór síðan til hús, sigur miðlatalsfólk hjá handilsmálaráðnum.

Ráðharrin er nú farin í sóttarhald. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder