Uttanlands

Minneapolis: Løgreglufólk skulu ikki sleppa at taka kvørkratak

Guvernørurin í Kalifornia ynskir eisini at seta líknandi forboð í verk, og aðrasaðni verður lógin um valdsnýtslu hjá løgregluni eisini endurskoðað

Mótmælistiltøk hava verið um allan heimin, m.a. uttanfyri hesari løgreglustøðini í Melbourne í Avstralia (Mynd: EPA)

Mótmælistiltøk hava verið um allan heimin, m.a. uttanfyri hesari løgreglustøðini í Melbourne í Avstralia (Mynd: EPA)

2020-06-06 10:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Býráðið í Minneapolis hevur samtykt eina lógarbroyting, sum forbjóðar løgreglufólkum at taka kvørkratak og á annan hátt taka um hálsin á fólki, sum løgreglumaðurin Derek Chauvin gjørdi, tá hann trýsti knæ sítt móti hálsinum á George Floyd undir einari handtøku 25. mai.

Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom ætlar eisini at seta eitt líknandi forboð í verk.

Derek Chauvin trýsti knæið móti hálsinum á George Floyd, meðan trý onnur løgreglufólk hugdu at. Geoge Floyd doyði, og eru tey øll fýra koyrd úr starvi. Derek Chauvin er skuldsettur fyri dráp.

Tað er hendan hendingin, sum er orsøkin til, at fólk um alt USA og í øðrum londum mótmæla løgregluharðskap og rasismu. Sunnudagin verður eisini mótmælt í Føroyum. Les meira her.

Hetta hevur eisini havt við sær, at lógir um valdsnýtslu hjá løgregluni verða endurskoðaðar. Avgerðin hjá býráðnum í Minneapolis er tikin eftir, at býurin hevur fingið eina kæru frá statinum Minnesota.

Hóast broytingin er samtykt, skal hon fyrst góðkennast av einum dómara, áðrenn hon kann koma í gildi, skrivar Ritzau.

Umframt at banna kvørkrataki, áleggur lógin eisini øll løgreglufólk at boða frá ólógligari valdsnýtslu millum løgreglufólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder