Innanlands

Fleiri enn hundrað kanningar um dagin hesa vikuna

Hóast talið av kanningum hesa vikuna er hægri samanborið við seinastu vikurnar, hevur ikki eydnast at finna nakran við korona

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-06-06 17:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum við korona. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Heilsumálaráðnum.

Hetta hóast nógvar kanningar verða gjørdar. Teir fýra dagarnar kanningar eru gjørdar í hesari vikuni hevur talið ligið yvir hundrað. Týsdagin vóru 180 kanningar gjørdar, mikudagin 146, hósdagin 131 kanningar og í gjár vóru 123 kanningar gjørdar.

Hyggja vit eftir talinum av kanningunum, hevur hendan vikan ligið nakað hægri enn seinastu vikurnar, og samlaða talið av kanningum er nú eisini komið upp á 10.257.

187 fólk hava fingið staðfest korona í Føroyum, og øll eru blivin frísk aftur. Ikki síðani 22. apríl er nakar nýggjur tilburður staðfestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder