Innanlands

Áleið 42 prosent av íbúgvunum í Føroyum búgva í Tórshavnar kommunu

Nýggjastu tølini hjá Tórshavnar kommunu vísa, at núverandi fólkatalið (22.144) er met. Fólkatalið í Føroyum fyrst í mai var 52.484

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2020-06-14 16:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Stóri fólkavøksturin í høvuðsstaðnum krevur áhaldandi útstykkingar. Í mai var vøksturin 2,3% í høvuðsstaðnum og fólkatalið er komið uppá 22.144, sum er met

Hetta skrivaði Tórshavnar kommuna í samband við, at 150 nýggjar búeindir skulu skjótt gerast á Stórubrekku.

Sambært Hagstovu Føroya var fólkatalið í Føroyum fyrst í mai komið uppá 52.484 fólk. 22.144 er 42,2 prosent av tí.

Samlaða fólkatalið í Føroyum er nú helst nakað hægri.

Les eisini: Føroyska fólkatalið alsamt vaksandi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder