![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í dag, leygardagin 27. juni, verða leiðreglurnar fyri øll ferðandi, sum koma til landið, broyttar. Øll ferðandi skulu nú lata seg kanna. Hetta er galdandi fyri øll ferðafólk – undantikið børn undir 12 ár.
Í hesum sambandi er faldarin til ferðafólk eisini dagførdur við nýggju leiðreglunum og fyrivarnisreglum, sum øll ferðandi eiga at fylgja, skrivar Heilsumálaráðið.
Ferðandi, sum koma til Føroya úr ES-londum, londum í Schengen-samstarvinum og Stórabretlandi, eiga at fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt. Vanliga er kanningarúrslitið tøkt sama kvøld og í seinasta lagi dagin eftir á middegi.
Ferðandi eiga at vísa serligt varsemi á ferðini til ætlaða uppihaldsstaðið. Eisini er tað sera týdningarmikið, at øll ferðandi halda almennu tilmælini um reinføri og frástøðu, tá hesi verða loyst úr heimauppihaldinum og halda seg burtur frá støðum, har tað er torført at halda neyðugu frástøðuna.
Ferðandi úr øðrum londum eiga framhaldandi at fara beinleiðis í heimauppihald í 14 dagar.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald