Innanlands

Eysturkommuna letur eina millión til Trom

Ein treyt er tó, at landskassin eisini veitir munandi stuðul

2020-06-27 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eysturkommuna heldur tað hava stóran týdning, at filmsverkætlanin TROM gerst veruleiki og verður tikin upp í Føroyum. Tí er kommunan sinnað at lata eina millión krónur til verkætlaninina.

Torfinnur Jákupsson, sum hevur skrivað handritið til krimirøðina, sum byggir á bøkurnar hjá Jógvani Isaksen, er gøtumaður, og eitt ynski hjá Eysturkommunu er eisini, at partar av røðini verða tiknar upp í kommununi.

Ein treyt er eisini, at landskassin eisini veitir munandi stuðul til verkætlanina fyri at tryggja, at røðin kann takast upp í Føroyum.

Enn er tó einki lyfti komið um nakran stuðul frá landskassanum, og hesum kunnu filmsfólkini heldur ikki bíða leingi eftir, segði Torfinnur Jákupsson við Hvat.fo í vikuni.

Les eisini: Sera harmiligt um vit noyðast at flyta upptøkurnar til Íslands

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu heldur TROM vera ein fantastiskur møguleiki fyri føroyska filmsvinnu og fyri Føroyar sum land.

– Vit hava torført við at síggja, hvussu tað ber til, at landið ikki sær hetta sum ein fantastiskan møguleika, sigur hann við Kringvarpið.

Hoyr alt innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder