Innanlands

Sámal Erik hevur selt Húsavarðartænastuna

Nýggju eigararnir eru Regin Petersen og Haraldur Djurhuus

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-27 21:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggju eigararnir av Húsavarðartænastuni eru Regin Petersen, sum hevur átt part av fyritøkuni og Haraldur Djurhuus.

Tað skrivar in.fo seinnapartin.

Sámal Erik Hentze hevur sjálvur annar átt Húsavarðartænastuna saman við Regini Djurhuus. Fyrrverandi eigarin upplýsirfyri in.fo, at hann fyribils ber at taka sær av løttum.

Roknskapurin fyri 2019 er ikki almennur enn, men seinastu fýra roknskaparárini hevur fyritøkan havt millum fimm og seks milliónir í yvirskoti á hvørjum ári, vísa tøini hjá vinnuvitan.biz.

Síðani 2015 eru góðar 16 milliónir goldnar út í vinningsbýti.

90 fólk eru í starvi hjá Húsavarðartænastuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder