Innanlands

Semja gjørd um eitt árs sáttmála

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava gjørt semju um nýggjan sáttmála

Mynd: Kommunala Abreiðsgevarafelagið

Mynd: Kommunala Abreiðsgevarafelagið

2020-06-29 11:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava í morgun skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi 10. oktober í fjør. Síðan tá hava partarnir verið á fimm fundum, til partarnir í morgun skrivaðu undir semju um nýggjan sáttmála, boðar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá í tíðindaskrivi.

Ásannandi, at búskaparligu framtíðarútlitini enn eru óviss í kjalarvørrinum av COVID-19, valdu partarnir at gera ein eitt ára sáttmála, sum sostatt er galdandi í tíðarskeiðinum  1. oktober 2019 – 1. oktober 2020.

Nýggi sáttmálin byggir á eina lønarhækkan í krónum.

Handverkarar, ið eru á stigunum 1-27 fáa 795 krónur omaná mánaðarlønina, meðan handverkarar, ið eru á stigunum 28-40 fáa 595 krónur omaná mánaðarlønina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder