Uttanlands

Einsamallur í seglbáti yvir Atlantshav at vitja pápan

Ferðin úr Portugal til Argentina tók Juan Manuel Ballestero 85 samdøgur

Framkomin mátti Juan Manuel bíða í tríggjar dagar fyri at fáa staðfest, at koronakanningin var negativ, áðrenn hann slapp at seta fótin á land í heimbýnum

Framkomin mátti Juan Manuel bíða í tríggjar dagar fyri at fáa staðfest, at koronakanningin var negativ, áðrenn hann slapp at seta fótin á land í heimbýnum

2020-06-29 15:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Koronasmittan hevur havt við sær, at nógvar familjur ikki hava havt møguleika fyri at hittast ella vera saman, serliga um familjulimir hava verið í øðrum londum. Hetta var eisini galdandi fyri Ballestero familjuna í Argentina.

Argentinski Juan Manuel Ballestero var staddur á portugisisku oynni Porto Santo nærhendis Madeira, tá koronasmittan tók dik á seg í Evropa í marts. Og pápi hansara, 89 ára gamli Carlos Alberto var heima í Mar del Plata í Argentina.

Tey flestu høvdu valt at tendra telduna fyri at koma í samband við pápan, men so var ikki við Juan Manuel. Hann setti segl fyri at vitja pápan.

Stutt eftir, at Argentina stongdi fyri flogferðslu uttanlands, tók hann avgerð um at seta kós úr Porto Sando í lítla seglbáti sínum Skua, við kós beint móti heimlandinum hinu megin Atlantshav.

Varð fráráddur
Túrurin kom at taka 85 samdøgur og gjørdist ein stór avbjóðing fyri 47 ára gamla Juan Manuel, skrivar New York Times

Hann pakkaði 29 fót langa seglbátin ’Skua’ við dósamati, rís og fruktum og setti kósina móti Argentina um miðjan mars.

- Eg vildi ikki vera læstur á eini oyggj uttan korona sum ein býttlingi. Eg vildi gera alt fyri at koma heim. Familjan er tað týdningarmesta fyri meg, sigur hann við blaðið.

Túrurin heim er um 9.000 kilometrar í beinari linju, og als ikki vandaleysur í einum 29 fóts seglbáti. Tí ráddu bæði portisisku myndugleikarnir og vinir honum frá at fara. Myndugleikarnir serliga tí at teir ikki kundu geva honum vissu fyri, at hann slapp í land, um hann vendi aftur.

Ikki vælkomin á Grønhøvdaoyggjum
Fyri ferðandi um Atlantshav eru Capo Vedre oyggjarnar – stundum nevndar Grønhøvdaoyggjar – út fyri stond Senegals ein vanlig havn á vegnum. Juan Manuel kom hagar 12. apríl meðan koronasmittan herjaði um allan heimin.

Men eins og Livar Nysted og hansara róðrarfelagar upplivdu tað, sýttu myndugleikarnir á Grønhøvdaoyggjum fyri at loyva Skua at leggja at landi fyri at fáa proviant og brennievni umborð.

Les eisini: Livar og rógvararnir í álvarsligum trupulleikum  og Drama í Kap Verde: Livar og hinir rógvararnir loksins leysir 

Juan Manuel Ballestero mátti tí leggja leiðina víðari og vóna, at hann kláraði seg við tunblikkunum og rísinum hann longu hevði umborð.

Pápi hansara er fiskimaður, so Juan Manuel er vanur at sigla. Sjálvur hevur hann siglt allan heimin, úr Hawaii til Alaska til Sri Lanka. Hann hevur millum annað verið við til at merkt havskjaldbøkur og verið kapteynur fyri ríkar evropearar.

- Eg var ikki bangin, men ivandi. Tað er undarligt at sigla mitt í eini heimsfarsótt, fortelur Juan Manuel.

Á ferðini var hann stundum raktur av einsemi. Hann var í sóttarhaldi eins og restin av heiminum – bara úti á opnum havi. Innilæstur í sínum egna frælsi, hevur hann kallað tað.

Ugga fann hann í brennivíninum hann hevði við á ferðini – tó at whiskey lítið hjálpti – í Várharra, nøkrum springarum, ið fylgdu honum og so í einum stórum fugli, sum eisini gjørdi honum ferðalag.

Tað var ein kjógvi ella skúgvur – sermerkt, tí navnið á bátinum var Skua, ið er enska heitið fyri skúgv.

Mátti bíða eftir kanningarúrslitinum
Komin yvir móti suðuramerikanska meginlandinum varð hann raktur av einum stórum sjógvi, so hann mátti leggja inn í ein brasilskan havnabý at bøta um skaðan. Tað tók honum tíggju dagar.

17. juni náddi hann fram til Mar del Plata har hann mátti bíða í tríggjar dagar fyri at staðfesta, at koronatestin var negativ.

Eftir 85 samdøgur kundi hann so endiliga seta fótin á heimlands jørð og hálsfevna familjuna.

Hann náddi ikki fram til 90 ára føðingardagin hjá pápanum, men teir kundu hátíðarhalda pápadagin ístaðin, skrivar New York Times.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder