Mentan

Enn ein inniligur sangur frá Karstin Danielsen

Hevur føroyska amerikanskan sálm, sum Charley Pride plagdi at syngja

2020-06-29 18:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Ver hjá mær, Jesus” eitur nýggjur sangur, sum countrysangarin Karstin Danielsen úr Klaksvík júst hevur lagt út á sosialu miðlarnar.

Tónleikurin er upptikin í USA og sangurin í Føroyum.

Talan er um sálmin ”Jesus don’t give up on Me”, sum Cowbou Jack Clement skrivaði saman við Alex Zanetis. Hank Williams innspældi sangin í 1969 og Charley Pride í 1971. Aðrir sangarar hava eisini spælt hann inn.

Føroysku orðini til Karstin Danielsen hevur Jóhan við Neyst sett saman.

Sjónbandið sæst á Youtube. Tað er Magni Frederiksen, sum hevur tikið upp og sett saman.

 

placeholder
placeholder