Innanlands

Jenis av Rana á fund við uttanríkisráðharra Íslands

Í dag hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, havt fund við Guðlaugur Thór Thórdarson, uttanríkisráðharra Íslands, í Snæfellsnesi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-06-29 21:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, havt fund við Guðlaugur Thór Thórdarson, uttanríkisráðharra Íslands, í Snæfellsnesi.

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir hvussu Føroyar og Ísland kunnu økja um samstarvið landanna millum.

Samstarv við onnur lond og ætlanir landsins at økja um samhandil við triðja lond varð eisini viðgjørdur, umframt at mál, ið hava við Hoyvíksáttmálan at gera fingu góða viðgerð.

Í morgin verður embætismannafundur í felagsnevndini, ið hevur støðufesti í Hoyvíksáttmálanum, har partarnir fara at víðari viðgera evnini, sum ráðharrarnir hava viðgjørt.

Handilssáttmálin millum Føroyar og Ísland ásetur, at ein felagsnevnd skal hava eftirlit við, hvussu fríhandilssáttmálin virkar. Felagsnevndin hittist regluliga at skifta orð um, hvussu sáttmálin roynist, og um onnur mál, sum hava samband við hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder