Innanlands

Leicester avstongdur vegna koronasmittu

Serlig tiltøk verða sett í verk í økinum, har smittan er nógv størri enn í restini av Onglandi

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2020-06-30 07:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretska stjórnin hevur tikið avgerð um at steingja býin Leicester av. Hetta hendir, tí býurin hevur eitt nógv størri tal av koronasmittum enn aðra staðni í landinum.

Hetta upplýsti Matt Hancock, heilsumálaráðharri í gjárkvøldið.

Átakið í Leicester er fyrsta royndin hjá stjórnini at royna at støðga smittuspjaðing við at seta staðbundin tiltøk í verk heldur enn landsumfatandi, skrivar Ritzau.

Bretland er í gongd við spakuliga at lata landið uppaftur. Nú hava handlar, sum ikki selja lívsneyðugar vørur aftur loyvi til at hava opið, og boðað eru frá fleiri avtøkum av núgaldandi forboðum 4. juli.

Men nú hevur býurin Leicester og økið rundanum so fingið øvugt boð.

Matt Hancock upplýsir smitturatan í býnum hesa seinastu vikuna hevur ligið á 135 tilburðum pr. 100.000 borgarar. Hetta er tríggjar ferðir fleiri enn flest aðrastaðni.

Seinastu vikuna hava 10 prosent av øllum smittutilburðum í Bretlandi verið skrásettir í Leicester.

- Orsaka av hesum kunnu vit ikki viðmæla, at ætlaða upplatingin 4. juli kemur at vera galdandi fyri Leicester, segði Hancock í eini fráboðan í tjóðartinginum í gjár.

Leicester liggur í Miðonglandi, miðskeiðis millum London og Manchester. Góð hálv millión fólk búgva í økinum, 350.000 í sjálvum býnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder