Uttanlands

Belgiakongur sendir Congo umbering

Belgia framdi stórar illgerðir í Afrika í hjálandatíðini

Ónøgdin heima í Belgia yvir tað Leopold II kongur gjørdi í Congo sæst eitt nú á standmyndunum av gamla konginum í Brússel (Mynd: EPA)

Ónøgdin heima í Belgia yvir tað Leopold II kongur gjørdi í Congo sæst eitt nú á standmyndunum av gamla konginum í Brússel (Mynd: EPA)

2020-06-30 08:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Philippe kongur av Belgia biður nú DRCongo um umbering fyri tað, sum fór fram meðan Congo var belgisk hjáland.

- Eg ynski at vísa mín djúpa harma um fortíðarinnar sár, ið framvegis pína tann dagin í dag við tí mismuni, sum enn er í okkara samfelag, skrivar Philippe kongur í einum brævi til forsetan i DRCongo, Felix Tshisekedi, í sambandi við at afrikanska landið heldur 60 ára dagin fyri sjálvstýri.

Hetta er fyrsta ferðin, at Belgia vísir harma um tað, sum landið gjørdi í DRCongo, sum er næststørsta landið í Afrika. Við 84 milliónum íbúgvum er DRCongo eisini millum tey fólkaríkastu á afrikanska meginlandinum.

Congo var belgiskt hjáland frá 1884 til 1960 tá . Tað gjørdist sjálvstøðugt undir navninum Belgiskt Congo, men broytti navn í 1971 til Zaire. Í 1997 broyttist navnið aftur til DRCongo, Democratic Republic of the Congo.

Philippe gjørdist kongur í 2013, tá pápi hansara, Albert II kongur, segði kongsheitið frá sær.

DRCongo er land við stórum náttúruríkidømi, sum gjøgnum árini er útnyttað av øðrum londum, feløgum, uppreistrarbólkum og lógloysingum. Eisini hava borgarkríggj forðað fyri, at landið hevur kunnað gagnnýtt landsins ríkidømi.

Seinastu áratíggjuni hevur Belgia havt fortíð sína til viðgerðar, harímillum valdsgerðirnar móti landinum, ið varð kallað persónliga hjálandið hjá Leopold II kongi. Fleiri milliónir fólk doyðu undir ræðuligum viðurskiftum og hørðum arbeiði í hjálandatíðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder