placeholder
Innanlands

62 eldri borgarar fyri mismuni

Eru koyrdir úr koronaskipanini undir Als

Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista

Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista

2020-06-30 09:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag, 30 juni, fer upprunaliga endurgjaldsskipanin til fólk, ið hava mist starv orsaka av korona úr gildi.

Nú er tað ikki longur Als-grunnurin, sum rindar lønarendurgjaldið til tey, ið missa inntøku vegna korona. Í staðin er tað nú landskassin, sum rindar umvegis Als-skipanina. Harvið er skipanin galdandi í tveri mánaðir afturat.

Men hetta er ikki galdandi fyri fólk, sum eru farin um pensjónsaldur.

Upprunaliga var skipanin ikki galdandi fyri fólkapensjónistar, men gjørt var vart við, at nógv fólk vórðu fyri mismuni, tí tað eru rættiliga nógv fólk, sum eru aktiv á arbeiðsmarknaðinum, hóast tey eru farin um pensjónsaldur.

Hesin mismunur var seinni rættaður.

Men í sambandi við at skipanin nú er broytt, eru pensjónistar aftur útsettir fyri sama mismun.

Tað vísir Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista á í lesarabrævi í dag. 

Les: Pensjónistar koyrdir úr koronaskipanini

Her upplýsir hon, at upprunaliga vóru tað 105 pensjónistar, ið vóru fyri mismuninum. Síðan eru fleiri teirra farin í starv aftur, men frá í morgin at rokna eru 62 pensjónistar eftir, sum ikki fáa endurgjald, hóast teir eru heimsendir úr teirra starvi vegna korona.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder