Innanlands

Fyrrverandi løgmaður brúktur í falstíðindum

Aksel V. Johannessen ávarar um følsk tíðindi, sum verða deild á Facebook

2020-06-30 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein mynd av Aksel V. Johannesen og høvuðssætinum hjá BankNordik og einum grønlendskum ES-passi verður nú brúkt í einum átaki, sum herjar á Facebook.

Fyrr hava vit sæð líknandi mynd verða deilda, har tað var danski sjónleikarin Mads Mikkelsen, sum skuldi havt vunnið stórar milliónaupphæddir. Nú er tað fyrrverandi løgmaður Føroya, sum verður brúktur í hesum ivasama tiltaki.

Aksel V. Johannesen skrivar soleiðis á Facebook-vanga sínum í dag:

”Fleiri hava vent sær til mín í gjár um ein tíðindastubba, sum ferðast her á Facebook. Tíðindini vilja vera við, at eg havi vunnið eina rúgvu av peningi við at seta pening í eitt gjaldoyra, sum nevnist Bitcoin, og at eg mæli øðrum til at gera tað sama.

Sambært greinini eri eg ein kvinnuligur danskur íverkseti. Men um nakar hóast tað skuldi ivast, so skal eg við hesum boða frá, at talan er um følsk tíðindi”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder