Innanlands

Símun Poulsen stjóri í Vinnuháskúlanum

Landsstýrismaðurin hevur sett Símun Poulsen í starvið sum stóra í Vinnuháskúlanum. Hann byrjar í starvinum í dag

Símun Poulsen

Símun Poulsen

2020-07-01 16:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av at seta Símun Poulsen í starvið sum stjóra í Vinnuháskúlanum.

Tað boðar Uttanríkis og mentamálaráðið frá í dag.

Símun Poulsen er 50 ára gamal, er skipsførari og hevur læraraprógv, umframt at hava tikið master í leiðslu og organisatiónsmenning. Símun Poulsen hevur drúgvar royndir innan maritima økið, eitt nú bæði arbeiðs- og leiðsluroyndir. Hann hevur verið nautiskur undirvísingarleiðari í Vinnuháskúlanum síðan 2013, umframt at hava undirvíst har síðan 2007.

Símun Poulsen sigldi nógv ár, bæði á Føroyaleiðini og úti, áðrenn hann byrjaði á Vinnuháskúlanum og hevur eftir tørvi avloyst har sum virkandi stjóri.

Nýggi stjórin byrjar í starvinum 1. juli 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder