Innanlands

Seinasta arbeiðið av umbyggingin á Sýnini er farið í gongd

Nú skal móttøkur, kjallari og køkur gerast

Christian Mølgaard frá CJ Bygg og Dánjal Thomsen, formaður í bygginevndini fyri røktarheimið á Sýnini

Christian Mølgaard frá CJ Bygg og Dánjal Thomsen, formaður í bygginevndini fyri røktarheimið á Sýnini

2020-07-02 10:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár undirskrivaði Dánjal Thomsen, formaður fyri bygginevndina á Sýnini, og Christian Mølgaard frá CJ Bygg, undir sáttmálan um høvuðsarbeiðstøkuna av seinasta partinum av umvælingini á Sýnini.

Arbeiðið umfatar móttøkuna, kjallaran og ein part av køkinum.

Eisini eru sáttmálar undirskrivaðir við Thorfinn Nielsen fyri el, Klima fyri Ventilatión og Renovent fyri HVS.

Samlaða arbeiðið kemur at kosta góðar 6 milliónir krónur.

Arbeiðið væntast at taka umleið fimm mánaðir, og verður væntandi liðugt seinast í november. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder