Uttanlands

Hong Kong: 23 ára gamal maður ákærdur fyri yvirgang

Kinesiska trygdarlógin kom í gildi 1. juli, og er hesin maðurin tann fyrsti at verða ákærdur eftir nýggju lógini

Mótmælistiltak í Hong Kong 1. juli (Mynd: EPA)

Mótmælistiltak í Hong Kong 1. juli (Mynd: EPA)

2020-07-03 20:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 23 ára gamal maður er vorðin fyrsti persónur at verða ákærdur sambært nýggju trygdarlógini fyri Hong Kong, sum kom í gildi týsdagin.

23 ára gamli maðurin er m.a. ákærdur fyri yvirgang og fyri at eggja til loysing.

Á sjónbandaupptøkum, sum síggjast á sosialu miðlunum, sær mann 23 ára gamla mannin koyra á einari motorsúkklu, ið hevur eitt flagg við orðunum "Bjarga Hong Kong, okkara kollvelting", og síðani sær mann, at hann verður steðgaður av løgregluni.

Umframt 23 ára gamli maðurin, vórðu trý løgreglufólk særd. Keldur hjá løgregluni siga, sambært Ritzau, at maðurin við vilja hevði koyrt motorsúkkluna inn í fleiri løgreglufólk í sambandi við einum mótmælistiltaki mikudagin.

Orðini "Bjarga Hong Kong, okkara kollvelting" er nakað, sum kinesiska stýrið setur í sambandi við loysing, og eru tey tí bannað undir nýggju lógini.

Kina samtykti umstríddu trygdarlógina, eftir at Hong Kong í fleiri mánaðir var karmur um ógvuslig mótmæli.

23 ára gamli maðurin og onnur, sum gera ímóti nýggju lógini eru í vanda fyri at fáa lívlanga fongsulsrevsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder