Uttanlands

11 milliónir smittað við korona

Tað eru framvegis USA og Brasil, ið eru harðast rakt av smittuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-03 16:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru fimm dagar síðani, at talið á skrásettum smittutilburðum í heiminum fór uppum tíggju mió., og í dag er talið longu komið upp á 11 mió.

Tað vísir uppgerð hjá worldometers.info.

Í skrivandi stund eru 11.054.000 tilburðir skrásettir, og 525.000 andlát eru skrásett.

Talið á teimum, ið eru staðfest frísk eftir at tey hava havt korona, er 6,1 mió. 4,3 mió. fólk eru smittað í løtuni, og av teimum hava 99 prosent mild sjúkueyðkenni.

USA er framvegis tað landið, sum hevur staðfest flest tilburðir og flest andlát. Har er talið á smittaðum 2,8 mió., og talið á andlátum er 131.500.

Aftanfyri USA liggja Brasil og Russland, sum hava staðfest ávikavíst 1,5 mió. og 667.000 tilburðir.

Brasil hevur staðfest 62.000 andlát, og Russland 9.000.

Í Evropa er tað Stórabretland, ið hevur staðfest flest andlát. Har eru gott 44.000 deyð av teimum 283.000, ið hava fingið staðfest smittuna.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder