Innanlands

Eldur í ellis- og røktarheiminum í Runavík

Talan var ikki um nakran stóran eld

Mynd: Tilvildarlig savnsmynd

Mynd: Tilvildarlig savnsmynd

2020-07-03 15:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin kyknaði eldur uttanfyri køkin í Demensdeildini í Ellis- og røktarheiminum í Runavík.

Ein kelda sigur við Portalin, at øll búfólkini eru flutt í kantinuna í norðpartinum av ellisheiminum.

Sløkkiliðið, løgregla og sjúkrabilur vórðu sendir á staðið.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var ikki um nakran stóran eld, men boðað var frá nógvum royki og lukti. Tey hava onga fráboðan fingið um nakran álvarsaman skaða, men sjúkrabilur varð sendur á staðið um tørvur skuldi verið á tí.

Um klokkan 16 boðaði Vilhelm Olsen, innsatsleiðara í Skálafjarðar Sløkkiliði frá sambært Kringvarpinum, at eldurin var sløktur.

Dagførd kl. 16.35

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder