placeholder
Innanlands

Ein noktaði at lata seg kanna í gjár

Løgreglan kann ikki úttala seg um málið, men í slíkum førum kann løgreglan m.a. koyra viðkomandi í tvungið sóttarhald

Koronakanningar á flogvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Koronakanningar á flogvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-03 18:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Av teimum ferðafólkunum, sum komu til Føroya umvegis Vága Floghavn í gjár, var ein persónur, ið ikki vildi lata seg kanna fyri korona.

Síðan 27. juni hevur annars verið krav, at øll ferðafólk, sum koma til landið – undantikið børn undir 12 ár – skulu kannast.

Tá fyrsta flogfarið lendi í Vágum 27. juni, var neyðuga góðkenningin frá Dátueftirlitinum tó enn ikki komin, og tí kundu myndugleikarnir bert bjóða ferðafólkunum at lata seg kanna. Í hesum sambandi vóru seks ferðafólk, sum noktaðu at lata seg kanna, summi tí at tey longu høvdu latið seg kanna aðrastaðni.

Góðkenningin frá Dátueftirlitinum kom tó seinni sama dagin, og síðani hevur verið krav, at øll ferðafólk, sum koma til landið, skulu lata seg kanna.

Í gjár var tó eitt ferðafólk, ið noktaði at lata seg kanna.

Pál Weihe, læknafakligur ábyrgdarpersónur fyri koronakanningarnar, sigur við Portalin, at í slíkum førum má løgreglan blandast uppí.

Løgreglan ynskir ikki at úttala seg um einstøk mál í hesum sambandi, men sambært epidemilógini, hevur løgreglan heimild at "afturhalda tey fyrisitingarliga", sum vaktleiðarin á politistøðini málber seg. Tey kunnu koyra fólk í sóttarhald, í hesum førinum er tað Hotel Vágar, sum skal brúkast til endamálið, og er tað upp til landslæknan at taka støðu til, um viðkomandi skal kannast. Tann afturhildni persónurin hevur møguleika at kæra málið.

Fleiri enn 15.000 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum, men eingin tilburður hevur verið staðfestur síðan 22. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder