Tveir smittutilburðir staðfestir á Norrønu í Íslandi

Tvey ferðafólk, sum komu til Íslands við Norrønu í gjár, hava fingið staðfest korona. Men hildið verður, at talan er um smittu, sum framvegis er í blóðinum eftir áður staðfestar tilburðir

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-03 21:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey ferðafólk, sum komu við Norrønu til Íslands í gjár, hava fingið staðfest koronavirus. Tað skrivar Morgunblaðið á heimasíðuni.

Íslendska løgreglan upplýsir fyri blaðnum, at annar persónurin longu áðrenn fráferð hevði fingið boð um, at hann var smittaður, og var tí ikki í samband við onnnur ferðafólk ella starvsfólk umborð. Nú verður kannað, um hetta er covid-19, sum framvegis er í blóðinum eftir smittu sum áður er staðfest.

Hitt ferðafólkið fekk staðfest koronavirus eftir kanning umborð á Norrønu í gjár. Ferðafólkið er í sóttarhaldi, men helst er her eisini talan um eldri smittu.

Morgunblaðið skrivar, at 643 ferðafólk komu til Íslands við Norrønu í gjár, og umleið 400 kanningar vóru gjørdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder