Innanlands

985 fáa lønarískoyti í løtuni

Meginparturin av lønarískoytismóttakarunum eru mannfólk, og tey flestu búgva í Suðurstreymoy – Talið er minkað nakað síðan 30. juni

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-07-04 11:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni eru 985, ið fáa lønarískoyti frá serligu koronaskipanini hjá ALS.

Upprunaliga var ætlanin, at skipanin skuldi vera galdandi til 30. juni, men avgerð varð tikin um at leingja hana til 31. august.

Av teimum, sum fáa stuðul í løtuni, eru 441 kvinnur og 544 menn. Meginparturin – 482 fólk – býr í Suðurstreymoy, meðan lægsta talið á lønarískoytismóttakarum er í Suðuroy – 51.

Hóast lønarískoytisskipanin varð longd tveir mánaðir, var hetta ikki galdandi fyri fólkapensjónistar, sum sostatt duttu úr skipanini 1. juli. Sambært Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, var talan um 62 fólkapensjónistar.

Á hagtølunum hjá ALS sæst eisini, at talið á lønarískoytismóttakarum var minkað við næstan 300 tann 1. juli í mun til dagin fyri.

Lønarískoytisskipanin kom í gildi 12. mars. Fyrsta dagin vóru 1.164 fólk í skipanini, og hægsta talið var 4. apríl, tá 4.320 fólk vóru í skipanini.

Talið á teimum, sum fáa vanligan abeiðsloysisstuðul frá ALS er í løtuni 439. Av teimum eru 239 kvinnur og 200 menn.

placeholder
placeholder