Uttanlands

USA: Næstan 58.000 nýggir tilburðir skrásettir seinasta samdøgrið

Seinastu dagarnar hevur talið á nýggjum tilburðum ligið omanfyr 50.000

New York City (Mynd: EPA)

New York City (Mynd: EPA)

2020-07-04 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru 57.683 nýggir smittutilburðir skrásettir í USA. Hetta er triði dagur á rað, at USA hevur eitt methøgt tal av nýggjum tilburðum, vísir uppgerð frá Johns Hopkins University.

Fríggjakvøldið amerikanska tíð varð eisini boðað frá, at 728 fólk afturat vóru deyð við koronasmittuni.

USA, ið er tað landið, ið er harðast rakt av smittuni, hevur nú skrásett fleiri enn 2,8 mió. smittutilburðir og 129.000 andlát.

Tíðindastovan Reuters ger sína egnu uppgerð yvir smittutølini í USA, og vísa tey ikki heilt tað sama sum Johns Hopkins. Sambært Reuters var talið á nýggjum tilburðum, ið vórðu skrásettir í USA fríggjadagin uml. 53.500. Tað er ein minking í mun til hósdagin, har tíðindastovan skrásetti 54.879 tilburðir.

Tað eru serliga statirnir North Carolina, South Carolina, Tennessee, Alaska, Missouri, Idaho og Alabama, ið eru hart raktir.

Fyri tveimum vikum síðani lá dagliga talið á nýggjum tilburðum um tey 22.000, men seinastu dagarnar hevur talið ligið omanfyri 50.000. Seinastu vikurnar er talið á smittutilburðum eisini økt munandi í 37 av 50 statum.

Í dag, 4. juli, er amerikanskur frælsisdagur, har amerikanarar vanliga savnast til stór hátíðarhald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder