Innanlands

Minesto heldur fram við fyrireikandi arbeiðnum í Vestmannasundi

Av tekniskum ávum varð ikki komið á mál við at leggja kaðalin út, sum skal leiða elorkuna frá drekanum upp á land, og sum skuldi verið lagdur á botnin í vikuni, sigur SEV

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2020-07-04 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Starvsfólk hjá Minesto og veitarum hava gjørt fyrireikandi arbeiði á landi og sjógvi seinastu vikuna í sambandi við royndarverkætlanina við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Av tekniskum ávum varð tó ikki komið á mál við at leggja kaðalin út, sum skal leiða elorkuna frá drekanum upp á land, og sum skuldi verið lagdur á botnin í vikuni, skrivar SEV á heimasíðuna.

Elfelagið sigur, at teknisku trupulleikarnir við kaðalleggingini ikki eru tengdir at DG 100 sjóvarfalsorkuverkinum hjá Minesto, men teir fara tó at seinka arbeiðnum nakað.

Ætlanin hjá Minesto er at avgreiða fyrireikingararbeiðið, herundir eisini kaðallegging, í næstum, tá streymviðurskiftini loyva tí.

– Uttan mun til, hvussu spent vit eru at fáa sjóvarfalsorkuverkið installerað og at framleiða elorku inn á netið skjótast gjørligt, so virða vit ta tíð, tað tekur at gera hetta á tryggasta hátt, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri hjá Minesto.

Sí eisini: Minesto sjóvarfalsorka skjótt veruleiki

placeholder
placeholder