Uttanlands

Skottilburður á náttklubba í South Carolina

Í minsta lagi 12 fólk vórðu særd – Enn er ikki greitt, hvør stendur aftanfyri, og um nakar er handtikin í málinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-05 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 12 fólk vórðu særd, tá skotið varð inni á einum náttklubba í amerikanska statinum South Carolina stutt fyri klokkan tvey í nátt, amerikanska tíð.

Tey 12 fólkini eru flutt á sjúkrahús, og støðan hjá teimum er ymisk, upplýsir lokala løgreglan.

Enn er ógreitt, hvat orsøkin til hendingina var. Tað er heldur ikki greitt, hvør stendur aftanfyri, og um nakar er vorðin handtikin, skrivar Ritzau.

Klubbin, har hendingin fór fram, eitur Lavish Lounge og liggur uml. átta kilometrar frá býnum Greenville.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder