Uttanlands

Stórabretland játtað 8 milliónir pund til at kanna langtíðarárin av COVID-19

10.000 fólk fara at luttaka í kanningini, sum universitetið í Leicester stendur á odda fyri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-05 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Stórabretlandi eru 8,4 mió. pund játtað til eina nýggja kanning, sum skal kanna hvørji langtíðarárin COVID-19 hevur á sjúklingarnar, boðar bretska heilsumálaráðið frá í dag.

– Meðan vit framhaldandi stríðast móti hesari alheimsfarsótt, læra vit meira og meira um, hvørjar avleiðingar sjúkan kann hava, sigur Matt Hancock, bretskur heilsumálaráðharri við Reuters.

Hann vísir á, at koronasmittan ikki bara ávirkar sjúklingin beinanvegin tey gerast sjúk, men at hon kann hava langtíðarávirkan á bæði kroppin og sálarheilsuna.

Sambært bretska Heilsumálaráðnum fara 10.000 fólk at luttaka í kanningini, sum universitetið í Leicester stendur á odda fyri saman við sjúkrahúsum í býnum.

M.a. verða royndir tiknar úr lungunum hjá sjúklingunum, eins og blóðroyndir verða kannaðar. Úrslitið av kanningini skal brúkast til at menna nýggjar viðgerðir, ið verða tillagaðar til einstaka sjúklingin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder