Uttanlands

Talið á nýggjum tilburðum setti met í gjár

Leygardagin vórðu fleiri enn 212.000 nýggir smittutilburðir staðfestir – Talan er um nýtt met, sigur WHO

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-05 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin vórðu tilsamans 212.326 nýggir smittutilburðir skrásettir sambært Heimsheilsustovninum WHO.

Hetta er hægsta økingin nakrantíð.

Flestu tilburðirnir vórðu skrásettir í USA, Brasil og India. Gamla metið var, sambært Reuters, 189.077 tann 28. juni.

Fríggjadagin fór talið á skrásettum tilburðum í øllum heiminum uppum 11 mió. Talið liggur í løtuni á 11,4 mió. sambært worldometers.info, og talið á andlátum er 534.000.

4,4 mió. fólk eru smittað í løtuni, og 99 prosent av teimum hava mild sjúkueyðkenni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder