Uttanlands

Skottilburður í South Carolina: Í minsta lagi tvey fólk deyð

Tvey fólk hava latið lív og átta eru særd – Talan er um í minsta lagi tveir brotsmenn, men motivið er ógreitt

Mynd: CNN

Mynd: CNN

2020-07-05 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri klokkan tvey í nátt amerikanska tíð varð skotið inni á einum náttklubba í amerikanska statinum South Carolina.

Í morgun varð boðað frá, at í minsta lagi 12 fólk vórðu særd, og at tey vórðu koyrd á sjúkrahús. Lokala løgreglan segði tað vera ymiskt, hvørja støðu tey særdu vóru í.

Seinnapartin váttar løgreglan fyri CNN, at tvey fólk hava latið lív, og at átta onnur eru særd.

Motivið handan skottilburðin er ógreitt, men talan er um í minsta lagi tveir brotsmenn. Greitt er ikki, hvussu nógv skot vórðu skotin inni í náttklubbanum Lavish Lounge, sum liggur átta kilometrar frá býnum Greenville í South Carolina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder